Meira markantur Honda Accord kemur í heyst

Hóast Honda komu á marknaðin við fleiri nýggjum modellum í fjør, eru eisini fleiri nýggjheitir á veg í ár.

Á Paris Motorshow í oktober, verður ein heilt nýggjur Accord við meira markantum designi, og sum nakað heilt nýtt fæst hann eisini við dieselmotori


Honda Accord eru nógv broyttir síðan teir fyrstu komu her í sjeytiárunum. Tá vóru teir mest seldir sum vørubilar við 3 hurðum. Tað var áðrenn lógin viðvíkjandi tollinum á vørubilum bleiv broytt. Nakrir komu tó sum sedan við 4 hurðum. Á Paris Motorshow í oktober verður ein heilt nýggjur Honda Accord. Eins og Nissan Primera og tann nýggi Mazda 6, avloysarin fyri 626, hevur hesin nýggi Accord`urin sera smart og meira markant design. Sum nakað heilt nýtt verður ein 2.2 ltr. commonrail dieselmotorur á skránni, við 140 hk. Nær bilurin verður her hjá okkum vita vit onki um enn.