Meira leysakast

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Ikki tí, at eg havi serstakan alsk til handbólt. Men eg hugdi og lurtaði eftir steypafinalunum hendan dagin, tá sjey frásagnir vóru at velja millum, hóast bara fýra fjølmiðlar eru(hugaligt, at fjølmiðlarnir eru so væl fyri við fólki og pengum).

Eg hugdi og lurtaði, tí slíkar stórhendingar eru einasti møguleiki at síggja og hoyra gleði, sanna gleði, í fjølmiðlunum. Tey, sum vinna, eru glað, ovurfegin sum vera man. Annars er gleði forboðin í fjølmiðlunum.

Gleði og fólk, sum liva eitt heilt vanligt lív í friði og náðum við góðari heilsu, hava ongan áhuga, tey eru keðilig. Eingin hevur nakra gleði av at síggja ella hoyra um ella lesa um gleði.

Hevði hug at søkja okkurt av hasum fíggjarleiðarastørvunum, sum vóru ella eru leys at søkja.

Men tá eg las starvslýsingarnar sá ikki eitt orð um, at umsøkjararar skulu duga væl við pengum, ella hava skil fyri pengum yvirhøvur. At fleiri pengar skulu inn enn út til dømis. At pengar ikki eru ætlaðir til at blaka burtur.

Tað var annars júst tí, at eg ætlaði at søkja.

Men tað er einki krav og enn minni nøkur dygd at duga við pengum í einum fíggjarleiðarastarvi. Eg skrivaði onga umsókn.

Eisini tí, at umsøkjarar skulu vera cand eitt ella annað fínt fremmant orð, sum krevur orðabók. Bara prógv frá hægri læristovni enn lívsins skúla telja við. Eg verði ongantíð fíggjarleiðari cand nihil uttan hjá mær sjálvum. Og pengar eru jú ikki alt.

Eg kundi sjálvandi søkt um eitt handilshøli, sum var tómt í einari handilsmiðstøð. Lýsingin var í kallkyni. Har fái eg verið við. Men hevði neyvan riggað sum krambakallur. Dugi ikki at selja.

Gjørdi eina áhugaverda uppdaging í vikuni, sum fór. Hon var, hvussu heilin alla tíðina arbeiðir við tí, sum tú fæst við, uttan at tú veitst av tí. Tað ger heilin bara.

Seinast skrivaði eg um fjølmiðlar og ókeypis reklamur. Skrivaði, at blaðsíður og senditíð eru víðopin.

Næstan tvey samdøgur eftir evstamark kom eg, nývaknaður og bráddliga, at hugsa um hetta orðið, víðopin. Tað er skeivt, dekan fari! Síður og tíð eru bæði kvenkyn, so rætta orðið er sjálvandi víðopnar. Hetta orðið var so gloppið, hóast minst ein rættlestur. Men heilin goymdi tað. Hvørja ferð, trýst verður safe á telduni goymir heilin eisini, og rættar. Tíverri ov seint í hesum førinum, men ótrúligt kortini.

Sá á Føroyaportalinum, at finalan í Africa Cup of Nations var millum Svartasta Afrika og Grønhøvdaoyggjar.

Har sá eg eisini, at uppskot um fiskivinnunýskipan kemur í løgtingið á ólavsøku í 2017. Ikki tí, at hon verður liðug tá, verri enn so. Men tá noyðist hon at koma í tingið, tí verandi skipan fer úr gildi 1.januar í 2018. Tá verður verandi skipan so longd tíggju ár.

Skal ikki lata meira grovt salt í sárið. Men púra óvæntað verður Saltsiloin nógv dýrari enn ætlað.

Landsstýrið noyðist at víðka játtanarkarmin, so ein nýggj konta “bygging, dýrari enn vónað” sleppur innum.

Higartil bara í ár svarar hon nøkunlunda til hallið í fíggjarlógini. So tað gongur upp í hægri eind alt annað líka og í og fyri seg og sórit nakað har. Tað er ein nýggj støða eisini.

Kirkjubømúrurin kostaði eisini nógv meira enn ætlað, tá tilboðini vórðu latin upp. Tá var einki, sum kallaðist eykajáttan. Tí steðgaði byggingin, tá pengarnir, sum kostnaðarmetingin segði, vóru uppi.

Gamaní var gamli Mærsk gamal. Men so gamal var hann tó ikki, at hann kundi lata nakrar milliónir til utopibyggingina í Kirkjubø. Nú er hann farin. Vónandi hevur hann minst til Ólav í testamentinum.