Fyri 10 árum síðani gjørdu Elisabeth Akursmørk og Jóhanna á Tjaldrafløtti teirra fyrstu kókibók, og síðani hava tær givið tríggjar aðrar bøkur út – undir heitinum Lætt & Leskiligt.
Nú eru tær aftur aktuellar við bókaútgávu, tí leygardagin leggja tær 4’aran av Lætt og Leskiligt fram.
Í nýggju bókini eru 84 leskiligar og heilsugóðar uppskriftir. Uppskriftir til breyð og bollar, súpanir, forrættir og smárættir, høvuðsrættir, salat og nátturðarættir, afturvið og omaná. Í bókini eru eisini mát og vekt og tey 10 kostráðini.
- Reyði tráðurin í hesi bókini er sum í undanfarnu Lætt & Leskiligt bókunum. Vit hava raðfest, at uppskriftirnar eru fjølbroyttar, spennandi, sunnar og lættar at gera. Okkum dámar sera væl at ferðast, so íblástur úr útheiminum hevur eisini fingið sítt pláss í nýggju bókini, siga tær báðar.