Meira jólavín

Hvat er gott reyðvín til jóladunnuna? Hevur tú fingið ábyrgdina at keypa reyðvínið til jóladøgurðan, so eru góð ráð at finna beint her!

Tað versta tú kanst gera er at finna fram fínar árgangs-Bordeaux ella pisuligar Bourgognur ella Barolo. Súrsøta tilhoyrið (karamell-epli, reyttkál, súrepli/sviskur) til dunnuna knúsar slíkt hábærsligt reyðvín, fyri at siga sum er. Og eg kann ikki siga tað nóg oftani. Eg fari eisini at siga tað næsta ár. Finnið ikki tað bestu fløskuna fram! Keypið reyðvín, ið hóskar til!

Og hvat er so tað?

Reyðvínið skal ikki vera feminimt, klæntrasligt og skróvturt av garvasýru! Tvørturímóti vilja vit hava maskulint og bragdligt vín við frukt, ovmikið av frukt, feita frukt! Og gjarna eitt sindur søttligt. Og um hetta kann gerast á nøkulunda elegantan hátt uttan at vit sita við súltutoyi í glasinum, ja so eru vit komin langt. Vínið skal eisini hava góðan rættan rygg, - struktur at standa ímóti harðrenda súrsøta tilhoyrið. Og ikki at gloyma eigur gott jólavín at hava høgt alkohol-prosent at reinsa góman fyri dunnufeitti. Gjarna 14-15 prosent.

Stimson Estate er í statinum Washington, norðanfyri Kalifornia. Tað er roynda og dugnaliga fólkið á gitna víngarðinum, Chateau Ste Michelle beint uttanfyri Seattle, ið eigur og rekur elsta víngarðin í Washington, Stimson. Kraftmikið og serkent vín gjørt burturúr tjóðardrúvuni í Washington, Merlot.

Carmen Vineyards er elsta vínhús í Kili, stovnað í 1850. Húsið ber orð fyri at framleiða vín við støðuga høga góðsku. Í Carmen Reserve er 60 % av drúvutilfarinum Carmenère, ið kilenar rokna sum eitt slag av tjóðardrúvu.


Heiti: Carmen Reserve, Maipo Valley, Carmenère-Cabernet Sauvignon 2005

Uppruni: Turt reyðvín úr Kili 

Ummæli: Tættur kirsubersvartur litur við violettum kanti. Rættiliga kraftmikil og samansettur berangi. Sólber, bláber, bromber, kirsuber og so eitt undirspæl av píputubbaki. Bersmakkurin er harmoniskur við dámi av kaffi, sigareskju og leðri. Fruktin er fullbúnað við góðari sýru og í elegantari javnvág við fatlagringini. Í eftirsmakkinum er ein feril av furunálum. Kilenskt vín frá ovastu rók, ið hóskar væl til dunnu ella gás.

Kostnaður: Kr. 100,00

Skoðsmál: 5 stjørnur *****


Heiti: Stimson Estate Cellars, Washington State, Merlot 2005

Uppruni: Turt reyðvín úr USA  

Ummæli: Kirsuberreyður litur við granatreyðum kanti. Angin kraftmikil og við eyðkendum Merlot-frábrigdum. Eisini eru tónar av søttligum kirsuber- og cassislikøri og valnøtum. Smakkurin er ikki sum Merlot-vín flest. Heldur meira søttligur uttan gerast sum súltutoy, meira sum Amarone við spælandi beiskum lakress-tónum. Bleytur, rundur smakkur og við sera langum eftirsmakki. Megnar at spæla saman við súrsøta tilhoyrið til jóladunnuna.

Kostnaður: Kr. 93,50

Skoðsmál: 5 stjørnur *****


Heiti: Casa de la Ermita, DO Jumilla, Dulce Monastrell 2006

Uppruni: Søtt reyðvín úr Spania  

Ummæli: Kirsubersvartur litur við violettum kanti. Eggjandi søtligur og mineralskur angi við brá av sólbúnum myrkum berum og kryddhunangi. Frískligur og leskiligur smakkur av sólberlikøri, enskt lakres og skifer-kendur mineralitetur. Krás til nissu-kvinnuna og mandlurísini! Skal skeinkjast svalligt, 10-12 stig.

Kostnaður: Kr. 90,00 (0,5 L)

Skoðsmál: 5 stjørnur *****


Heiti: Kopke, Portvín, Tawny 10 árs

Uppruni: Søtt heitvín úr Portugal  

Ummæli: Ljósur tigulsteinsbrúnur litur. Ein brestur av samansettum anga: leður, kaffi, toffee og putursukur. Smakkurin fylgir væl við allan vegin: karamel, frískar hassilnøtir, figur og espresso. Laaaaaaaangur eftirsmakkur. Soleiðis skal ein bretskur harradrykkur gerast. Hóskar afturvið konfekt ella sum ein hugnadrykkur. Minst til at skeinkja kalt 12-14 stig. Til sigarfólkið: finnið roykijakkan fram, beinini upp á borðið og njótið besta havanesaran afturvið.

Kostnaður: Kr. 82,00 (0,375 L)

Skoðsmál: 6 stjørnur ******