Føroysku bogaskjúttarnir vunnu bæði gull og silvur í liðkappingini í morgun. Bogaskjúttarnir hava nú vunnið seks gullmerki á Oyggjaleikunum Í morgun varð kappast í sonevndari head-to-head kapping fyri lið.
Føroyar kom í finaluna í bæði recurve-kappingini og í compound-kappingini.
Í recurve vann Føroyar finaluna, men í compound máttu Føroyar lúta fyri Orkneyoyggjunum.
Bogaskjúttarnir hava verið óførir á Oyggjaleikunum og hava vunnið seks gullmerki samanlangt. Nú er bogaskjótingin liðug á leikunum hesaferð.