Meira fyri minni-konsert

Ein kórkonsert er vanliga ein góðan tíma til longdar - kanska upp móti teimum tveimum tímunum, um skráin er long, og um steðgur er á hálvari leið. Nú ætlar Kamarkórið at broyta hesa fatan og royna nakað nýtt.

Kamarkórið bjóðar nevniliga til “Meira fyri minni-konsert” leygardagin klokkan 14 í Öströms Fabrikk á Skálatrøð, har ætlanin er at syngja í samfullar tríggjar tímar uttan steðg.

Kórið hevur seinastu árini, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson kórleiðara, verið sera virkið, havt nógvar konsertir og framført hópin av ymsum kórverkum og sangum. Fleiri av hesum sangskattum eru bert framførdir ta einu ferðina, og tað halda tey vera harmiligt. Tí tríva tey aftur í rúgvuna frá teimum seinastu trimum árunum og hava valt nakrar av teimum bestu til hesa “Meira fyri minni-konsertina”.

Konsertin er samstundis eisini byrjanin til fyrireikingarnar til eina kórferð í heyst, har Kamarkórið fer til Íslands og til New York at syngja.

Konsertin

Konsertin er skipað soleiðis, at kórið syngur í tríggjar tímar. Áhoyrarar kunnu koma framvið, seta seg niður eina løtu við einum drekkamunni og einum køkubita, og fara avstað aftur, tá tey eru mett av hugna og sangi, tí sjálvt um tey í Kamarkórinum elska kórsang, so skilja tey eisini, at tríggir tímar kann vera leingi at sita og lurta.

Skráin fevnir mest um tónleik úr Føroyum, Íslandi og Onglandi. Huglagið í løgunum er frá kirkjuligum latíni til franskar drykkjuvísur, vælkryddað við kendum føroyskum kórperlum.