Meir enn ein millión hava hugt

Summarfestivalinum fær góða undirtøku á Youtube

- Vit fegnast um góðu undirtøkuna, sum okkara videorás á netinum hevur fingið.

 

Tað sigur Erik Biskpstø, sum síðani fyrsta festivalin hevur brent fyri at dokumentera framførslurnar á Summarfestivalinum. 

Í dag er Youtube-rásin hjá Summarfestivalinum, sum byrjaði í 2009, farin upp eina millión views, og er talið í skrivandi løtu 1.002.022 views.

- Okkara youtube-rás er í dag kanska tað besta staðið á netinum, um ein skal kunnað seg um live tónleik í Føroyum. Í løtuni liggja 68 videobrot úti og talið veksur alla tíðina. Hetta er ein fínur og ókeypis máti at branda bæði festivalin, artistarnar og Føroyar, so hetta er ein vinn/vinn støða fyri allar partar. Hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan gott samstarv við Kringvarp Føroya, og vilja vit takka teimum fyri eitt gott samstarv í mong ár, sigur Erik Biskupstø.


Tað er ikki altíð heilt einfalt, at leggja útlendskan tónleik út vegna avmarkingar í rættindum, sum plátufeløgini seta, men viðhvørt hava fólkini handan upptøkurnar fingið loyvi frá eitt nú Ronan Keating, D-A-D og Rasmus Seebach.

- Men um tað so bert vóru føroyskar framførslur, so er tað eisini super, tí vit eru errin av at kunna bjóða føroyingum at fáa gott tilfar, sum teir kunnu branda seg við á netinum, sigur Erik Biskopstø at enda.

 

Síggj Youtube-rásina hjá Summarfestivalinum her