Meinhardt Arge letur upp nýggja dekksølu

Hóast bilasølan, P/F Meinhardt Arge, hevur traditión fyri at selja dekk, hava teir ikki havt dekk í síni vøruskrá seinastu fimm árini. Óli Arge byrjaði at innflyta Bridgestone dekk beinleiðis úr Japan tíðliga í 60-unum. Nú letur nýggj dekksøla upp við Oyggjarvegin

Magnus Gunnarsson
P/F Meinhardt Arge hevur røtur heilt aftur til fyrst í 60-unum, tá Óli Arge, ið seldi fyrsta japanska bilin í Føroyum í 1962, ein Nippon Prince Skyline, byrjaði at innflyta bilar og dekk beinleiðis úr Japan.
Meðan fyritøkan Auto Service helt til í Gundadali, vórðu nógv dekk seld. Tá teir fluttu niðan á Háls og bygdu ein stóran virkisbygning har, bleiv ein annar bygningur bygdur til dekksøluna. Í 1997 keypti Gunnar Justinussen dekksøluna, ið skifti navn til Dekkcentrið. Síðan hevur fyritøkan ikki selt dekk, men nú verður byrjað aftur við dekkmerkjunum Bridgestone, Dayton, Michelin og BF Goodrich. Dekksølan letur upp til 1. mai.