Dúkað var til føroyingauppgerð í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Í Hjørring tók Vendsyssel FF, sum hevði Meinhard E. Olsen við frá byrjan ímóti Fremad Amager. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Finnur Justinussen á vøllin fyri Fremad Amager.
Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Meinhard E. Olsen ein risastóran málmøguleika, tá hann stóð blankafríur við málverjanum hjá Fremad Amager, men Meinhard tók ikki av. Ímóti dystarenda hevði Finnur Justinussen eina góða roynd, men bólturin fór dygst framvið málinum hjá Vendsyssel FF.
Meinhard E. Olsen var skiftur út tá 82 minuttir vóru farnir. Hann ergrar seg um, at hann ikki skoraði, men hann fekk góð skoðsmál fyri leikliga avrikið, og var leikliga nøgdur. Men Meinhard E. Olsen heldur avgjørt, at Vendsyssel FF skuldi vunnið dystin.
Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Vejle, tá Vejle tók ímóti Skive IK, sum er liðið hjá Jákupi Thomsen. Jákup Thomsen hevur tíverri drigist við skaða seinastu vikurnar, so talan gjørdist ikki um eina føroyingauppgerð í hesum dystinum. Skive vann 2-0. Skive var á odda 1-0 í steðginum.
Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti FC Fredericia. Sama dag vitjar Vendsyssel FF HB Køge. Vejle tekur ímóti Hobro, og Skive tekur ímóti AB.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini:
1 | Hobro | 20 | 10 | 4 | 6 | 33 - 23 | 34 | |
2 | FC Roskilde | 20 | 9 | 6 | 5 | 28 - 25 | 33 | |
3 | Vendsyssel FF | 20 | 9 | 5 | 6 | 31 - 27 | 32 | |
4 | Skive | 20 | 10 | 2 | 8 | 25 - 31 | 32 | |
5 | Nykøbing FC | 20 | 9 | 3 | 8 | 28 - 27 | 30 | |
6 | Fremad Amager | 20 | 7 | 8 | 5 | 29 - 21 | 29 | |
7 | HB Køge | 20 | 6 | 10 | 4 | 21 - 16 | 28 | |
8 | FC Helsingør | 20 | 6 | 9 | 5 | 26 - 23 | 27 | |
9 | Fredericia | 20 | 7 | 5 | 8 | 20 - 27 | 26 | |
10 | Vejle | 20 | 6 | 7 | 7 | 27 - 21 | 25 | |
11 | Næstved | 20 | 6 | 3 | 11 | 31 - 36 | 21 | |
12 | AB Gladsaxe | 20 | 3 | 2 | 15 | 21 - 43 | 11 |