Hann hevur bíðað leingi eftir hesari løtuni, Meinhard Egilsson Olsen. Nevnliga at sleppa á vøllin aftur fyri Mjøndalen í næstbestu norsku fótbóltsdeildini aftaná drúgva skaðafráveru.
Í dag upprann stóra løtan í Sogndal. Meinhard kom á vøllin tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Sogndal vann dystin 3-1. Rasmus Holten legði Sogndal á odda beint undan hálva tímanum, men beint undan steðginum skoraði Sogndal upp á tvey brotsspørk. Sjey minuttir áðrenn Meinhard kom á vøllin økti Sogndal til 3-1.
Meinhard sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at tað kendist framúr væl at vera á vøllinum aftur, og tað fer at blíva enn betur komandi dystirnar.
Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er eisini gott, at Meinhard loksins er tøkur aftur.
Liðið hjá Gullbrandi í Horni Øregaard, Sandnes ULF tapti 1-3 á útivølli fyri Ranheim. Gullbrandur slapp á vøllin tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá var støðan 3-1.
Liðið hjá Noah Mneney, Bryne tapti á útivølli 0-1 fyri Stabæk. Klokkan vísti 83 minuttir tá Noah slapp á vøllin fyri Bryne. Stabæk skoraði sigursmálið longu í 11. minutti.
Aftaná tvey umfør hevur Bryne trý stig, Mjøndalen hevur eitt stig, meðan Sandnes einki stig hevur.
Kappingin er lang, heili 30 umfør, so tað fer vónandi at blíva ein størri føroyskur leiklutur hjá Bryne, Mjøndalen og Sandnes framyvir.











