Formansval hevur verið í Tænastumannafelagnum, og Meinhard Gaardlykke er afturvaldur sum formaður í fyribils tvey ár aftrat.
Næstformaðurin, Bárður Enni, stóð eisini fyri vali, og hann varð eisini afturvaldur. Andrea Nielsen, kassameistari, varð vald í fjør og stóð tí ikki fyri vali hesaferð.
Hallur Fróðin Bech stóð fyri vali, og hann varð eisini afturvaldur.
Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Meinhard Gaardlykke, formaður
Bárður Enni, næstformaður
Andrea Nielsen, kassameistara
Hallur Fróðin Bech, nevndarlimur
Eykalimir eru:
Elisabeth Jacobsen
Petur Sigurd Justesen
Roknskapargrannskoðari er:
Eyðun Joensen