Tað er nú nakað síðani, at Meinhard breyt sær eitt bein í arminum, og eftir ætlan skuldi gipsið takast av farna fríggjadag, men hetta bleiv útsett.
Neyvan klárur enn
Meinhard Joensen greiðir frá, at eina góða viku eftir at hann fekk skaðan, datt hann í kavanum, og tað hevur helst gjørt ilt verri. Tískil er gjørt av, at Meinhard ikki fær gipsið av fyrr enn síðst í komandi viku, og síðani ganga nakrar vikur, áðrenn hann verður førur fyri at spæla aftur.
- Eg havi roynt at hildi formin viðlíka, meðan eg havi verið skaddur, og tí verður tað fyri so vítt bert hondin, ið skal venjast upp aftur, tá ið eg eri sloppin av við gipsið, greiðir Meinhard Joensen frá.
Sjálvur vónar klaksvíkingurin í GÍ-málinum, at hann verður førur fyri at spæla aftur umleið mánaðarskifti apríl/mai, men enn er ilt at meta um hetta.
Nú Meinhard er skaddur, hevur Hallur Hansen vart málið hjá gøtumonnum.










