Meinhard feiraði runda føðingardagin

1. DEILD: Einasti málskjúttin í Gundadali seinnapartin verður 20 ár mánadagin

Krossmessa er 3. mai, og 3. mai verður mánadagin. Tá verður Meinhard Debes Geyti 20 ár.

Í dag var Meinhard saman við liðfeløgunum á næstbesta liðnum hjá NSÍ á ovara vølli í Gundadali. Mótstøðuliðið var næstbesta liðið hjá HB. Gestirnir fóru úr Gundadali við 1-0 sigri eftir javna og spennandi uppgerð.

Einasti málskjúttin var Meinhard Debes Geyti, sum harvið gav sær sjálvum og liðfeløgunum fína føðingardagsgávu. Málið skoraði Meinhard í 24. minutti og eftir hornaspark.

Sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 14 stig, og HB hevur 9 stig.

Um eina viku skal HB suður á Sand at spæl, og NSÍ skal á heimavølli spæla ímóti grannunum á Skála, sum eru topplið.

https://www.in.fo/myndasavn/