Meinhard byrjaði inni í Vendsyssel sigri

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF eru nú bert eitt stig frá einum play off plássi

Meinhard E. Olsen byrjaði inni fyri Vendsyssel FF, sum fyrr í dag spældi dyst á útivølli ímóti Nykøbing FC í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini. Meinhard bleiv skiftur út, tá 80 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Vendsyssel FF vann ein týdningarmiklan 2-1 sigur. Linus Olsson legði Nykøbing FC á odda, tá ein tími var farin av dystinum. Søren Henriksen javnaði fyri Vendsyssel við einum góðum stútara, tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum. 

 

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Thomas Dalgaard stóra hetjan, tá hann aftaná góða sending frá Tiago Leonco beindi bóltin í málið til 2-1 til Vendsyssel FF, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Talan er um fyrsta sigurin hjá Vendsyssel FF í hesum árinum. 

 

Við sigrinum er Vendsyssel FF bert eitt stig frá triðja plássinum, sum gevur rætt til at spæla um eitt pláss í superliguni komandi kappingarár. Komandi sunnudag er føroyingauppgerð, tá Vendsyssel FF í Hjørring tekur ímóti Vejle við Viljormi Davidsen á liðnum.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini:

 

#
1 Hobro23134644 - 2543
2 Skive23132831 - 3441
3 FC Roskilde22106631 - 2836
4 Vendsyssel FF23105834 - 3135
5 FC Helsingør23810531 - 2434
6 Fremad Amager2389632 - 2733
7 HB Køge22711422 - 1632
8 Nykøbing FC23931131 - 3530
9 Vejle 2277830 - 2728
10 Fredericia2377921 - 2928
11 Næstved23641334 - 4122
12 AB Gladsaxe22321722 - 4611