Nú er tað greitt, at Meinhard Egilsson Olsen eisini í ár fer at spæla við NSÍ 16 ára gamli framrættaði spælarin var longu í fjør nakrar ferðir á besta liðnum. Nú hava hann og NSÍ skrivað undir sáttmála, sum fevnir um kappingarárið, ið stendur fyri framman. Tað veit nsi.fo at siga.
Meinhard er kropsliga og hvat skjótleika væl fyri. Bóltførleikin er góður, og tí man sannlíkið vera stórt fyri, at hann verður uppaftur meiri at síggja í fremstu røð, enn hann var tað longu í fjør. Ein mánað eftir at hann 10. apríl í 2013 fylti 16 ár, var Meinhard fyrstu ferð á besta NSÍ liðnum.
Meinhard hevur spælt eina rúgvu av landsdystum á ungdómsliðunum hjá Føroyum. Hann eigur metið, sum tann leikari í Føroyum, ið hevur spælt flestar ferðir á U-17 landsliðnum. Í EM undankappingini hjá U-17 í Georgia í 2013 skoraði Meinhard einsamalla málið, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á San Marino.
Venjarafelag Føroya valdi Meinhard sum besta U-18 leikara í 2013. Meinhard var toppskjútti í U-18 deildini í 2013 á NSÍ liðnum, sum vann FM í fjør.









