Í gjár fleyg Meinhard E. Olsen til Svøríkis, har hann skrvaði undir sáttmála við GAIS, sum spælir í nsætbestu deildini. Í dag kom hann á vøllin seinastu ellivu minuttirnar av vanligari spælitíð, tá GAIS á heimavølli spældi málleysan javnleik móti grannunum úr Örgryte IS.
GAIS fekk ein spælara útvístan stutt undan at ein tími var farin av dystinum. Hetta gjørdi sjálvandi umstøðurnar hjá GAIS nógv verri. Gestirnir, sum spælara á sama leikvølli, eru eisini væl betri fyri á stigatalvuni, men ellivu minuttir fyri tíð koma Meinhard E. Olsen á vøllin, og var við til at tryggja ein málleysan javnleik.
Göteborgs Atlet- och Idrottssällskap, stytt GAIS, varð stovnað í 1894, og deilir heimavøll við IFK Göteborg og Örgryte. Øll trý liðini spæla á Gamla Ullevi. Tann í útheiminum kendari leikvøllurin í Göteborg er Nya Ullevi. Har verða landsdystir og aðrir størri dystir spældir. Nya Ullevi hevur eisini hýst HM í frælsum ítróttum.
Upprunaliga varð GAIS fótbóltsliðið hjá arbeiðarastættini í Göteborg, IFK Göteborg var liðið hjá miðalstættini, og Örgryte var liðið hjá yvirstættini í Göteborg. Hetta er tó broytt við árunum, sum fólk hava fingið fleiri og hægri útbúgvingar.
Av hesum trimum liðunum er tað bara IFK Göteborg, ið spælir í Allsvenskuni. GAIS og Örgryte spæla í næstbestu fótbóltsdeildini. Fjórða kendara liðið úr Göteborg, BK Häcken, ið hevur egnan heimavøll spælir í Allsvenskuni.
GAIS er í hørðum niðurflytingarstríðið. Tað eru 16 lið í deildini og tvey tey aftastu flyta niður. Nummar 13 og 14 skulu í eitt endaspæl um at sleppa undan niðurflyting. GAIS er nummar 13 í løtuni, men hevur nú spælt ein dyst fleiri enn onkrir enn av kappingarneytunum.
1 | Degerfors IF | 13 | 19 | 30 |
2 | Halmstads BK | 14 | 13 | 28 |
3 | GIF Sundsvall | 14 | 9 | 24 |
4 | Akropolis IF | 13 | 5 | 22 |
5 | Jönköpings Södra | 13 | 2 | 22 |
6 | Örgryte IS | 14 | -4 | 19 |
7 | Trelleborgs FF | 13 | 1 | 18 |
8 | IK Brage | 13 | -1 | 18 |
9 | Östers IF | 13 | -1 | 17 |
10 | Norrby IF | 14 | -2 | 16 |
11 | Västerås SK FK | 13 | -3 | 15 |
12 | Dalkurd FF | 13 | 0 | 13 |
13 | GAIS | 14 | -9 | 13 |
14 | Umeå FC | 14 | -4 | 12 |
15 | Ljungskile SK | 13 | -10 | 10 |
16 | Athletic FC Eskilstuna | 13 | -15 | 8 |