Eitt av teimum 14 starvsfólkunum á grafisku deildini hjá enska fótbóltssambandinum er klaksvíkingurin Meinhard Mikladal. Hann var fyri nøkrum árum síðani í praktikk hjá enska fótbóltssambandið og fekk seinni starv har.
Meinhard og hini fólkini á grafisku deildini hjá FA framleiða alt grafiskt tilfar hjá ensku fótbóltslandsliðnum, FA Cup og annað. Og av og á merkir tað eisini, at tey skulu arbeiða tætt saman við nøkrum av størstu stjørnunum í enskum fótbólti – millum annað tá ið myndatøkur verða gjørdar.
- Besta skoðsmálið, eg havi fingið fyri at hava leitt eina myndatøku, var tá Steven Gerrard kallaði tað bestu myndatøku, hann hevði verið við til, sigur Meinhard Mikladal.
- Men í byrjanini var tað ikki so glamourøst, tá ið eg stóð og fønaði eina sveittutar hosur, tí ein av spælarunum ikki vildi fara í tær, tí tær vóru vátar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Meinhard Mikladal, sum varð gjørd í Rás2 Seinnaparti í dag.