Megna ikki nøvn sum Westlife á hvørjum ári

-Tað er ringt at finna eitt navn sum Westlife hvørt ár, men vit stremba hvørt ár eftir at geva gestunum hjá okkum eina góða og fjølbroytta skrá, sigur Erik Biskopstø. Summarfestivalurin bjóðar í ár til rokk av besta slagi, tá ið D-A-D trína á pall á Vágsbøi. Hetta er fyrstu ferð síðani The Scorpions, at Summarfestivalurin hevur lagt seg eftir rokkstílinum.

 

-Hettar er nakað, sum mong hava eftirlýst, tí skráin kanska hevur verið í bleytara endanum tey seinastu árini, sigur Erik Biskopstø, fyrireikari av Summarfestivalinum.

 

Í fjør fingu vit Westlife, sum má sigast at verða ein bólkur í heimsklassa. Men tað er trupult, at fáa heimskend nøvn til Føroya hvørt ár.

 

Summarfestivalurin hevur higartil bert almannakunngjørt eitt útlendsk navn, men fleiri kunngerðir eru ávegis.

 

-Vit fara í næstum at kunngera nøkur góð føroysk nøvn, og vit satsa uppá at hava næsta útlendska navnið klárt um ein mánað ella so, sigur Erik Biskopstø.

 

Summarfestivalurin hevur á hvørjum árið borðreitt við góðum føroyskum tónleiki, og soleiðis verður aftur í ár. Erik Biskopstø ger greitt, at fleiri stórir føroyskir bólkar sleppa í ár at trína á stóra pallin á Vágsbøi.

 

-Vit fara at hava eitt sera spennandi føroyskt navn, sum fyri fyrstu ferð sleppur at royna seg á stóra palli, sigur Erik Biskopstø.

 

-Eisini fara vit at seta onkran forkunnugan eldri føroyskan bólk á pall aftur, staðfestir hann.