Mega hýsa fingin á Føroyabanka

Herfyri fekk Magnus Heinason eina metstóra hýsu á Føroyabanka

Mega hýsa

Tá ið havrannsóknarskipið hjá Fiskirannsóknarstovuni, Magnus Heinason, gjørdi yvirlitstrolingar á Føroyabanka í døgunum, 7.-13. september í ár, fingu teir eina velduga stóra hýsu í trolið.
Hýsan vigaði 7.150 gramm, var 83,2 cm. long og 12 ára gomul.
Á Fiskirannsóknarstovuni siga tey, at hýsurnar á Føroyabanka veksa skjótari enn hýsurnar á landgrunninum annars.
- Miðallongdin á Føroyabanka-hýsuni í ár var um 45 cm. og miðal konditiónsfaktorurin, sum tað verður rópt, var 0,94.
Á Fiskirannsóknarstovuni siga tey, at konditiónsfaktorurin sigur okkum, hvussu feitur fiskurin er.
- Jú hægri talið er, feitari er fiskurin. Kondtiónsfaktorurin á hesi stóru hýsuni var 1,24.
Longsta hýsan, ið menn vita um, sum gingin er, var 112 cm. long, siga tey á Fiskirannsóknarstovuni.
Hýsan, sum Magnus Heinason fekk á Føroyabanka í september, er tann størsta, sum finst í dátugrunninum hjá Fiskirannsóknarstovuni.