Medistarpylsa kann vera orsøkin

Medistarpylsa er undir illgruna fyri at vera orsøkin til, at nógvir danir vórðu smittaðir við salmonella.

Medistarpylsa ella svínapylsa, sum hon eisini verður rópt, er undir illgruna fyri at vera orsøkin til, at nógvir danir vórðu smittaðir við salmonella í oktober. Ein kanning, sum DTU Matvørustovnurin, Matvørustýrið og Statens Serum Institut hava gjørt, gevur ábeningar um samanhang millum sjúkutilburðirnar og tað at hava etið medistarpylsu.

 

Tað upplýsir Statens Serum Institut.

 

- Vit hava gjørt eina størri spurnarkanning, har svarini um, hvat sjúklingarnir høvdu etið, eru samanborin við svar frá frískum dønum, sigur farsóttarfrøðingur hjá Statens Serum Institut, Luise Müller. Hon vísir á, at kanningin peikar á medistarpylsu sum møguliga smittukeldu til útbrotið.

 

Tað vóru tó ikki øll, sum gjørdust sjúk, ið høvdu etið medistarpylsu. Tí verður framvegis hildið, at tað eisini kann vera annað svínakjøt, sum hevur verið fongt við salmonella. Statens Serum Institut upplýsir, at tað enn ikki hevur eydnast ítøkiliga at finna út av, hvar medistarpylsan er framleidd og seld.

 

- Í løtuni eru vit ikki før fyri peika á eitt ávíst partí frá einum virki, sum kann vera keldan til útbrotið, verður lagt aftrat.

 

Sjúkueyðkennini fyri salmonellaeitran eru eitt nú leyst lív, spýggja og illhirsni – ella ótilpass, ið er orðið, sum fleiri ivaleyst kenna betur. Luise Müller hevur áður sagt fyri Ritzau, at likamið vanliga sjálvt megnar at basa eitranini.

 

- Tú kanst gerast smittaður við salmonella, um kjøtið ikki verður væl stokt, og tú kanst gerast smittaður, um kjøtsevja kemur í samband við aðrar matvrørur, sum ikki verða hitaviðgjørdar undir matgerð, sigur farsóttarfrøðingur hjá Statens Serum Institut.