Medina og hini

Leygardagin verður tiltakið Voxbotn hildið fyri fyrstu ferð í Havnini.

Talan er um eitt tónleikatiltak við føroyskum og útlendskum tónleikarum. Høvuðsnavnið er danska poppstjørnan Medina, og føroyskir bólkar sum Safir, Týr og Hamferð skulu eisini spæla. Tiltakið byrjar leygardagin kl. 15.00 og heldur fram út á náttina.