Danska poppstjørnan Medina skal í kvøld spæla á Voxbotn konsertdegnum, og í kvøld skuldi hon koma til landið.
Og alt gekk væl við ferðini til Føroya, og klokkan gott átta í kvøld setti Atlantic flogfarið seg í Vágum, og Medina steig í land.
Nú er Medina komin til Havnar, og klokkan 00.30 í kvøld spælir hon í Voxbotni.
- Eg eri akkurát komin til landið, men eg eri ovfarin av, hvussu stórsligið tað er her í Føroyum, segði Medina í samrøðu við Rás fyri løtu síðani.