18. septembur 2008: Lýsing er í bløðunum, at seks trolarar hjá Maru Seafood skulu á tvang. Jóhan Páll Joensen sigur, at alt korthúsið kann rapa.
12. novembur 2008: Navarin, Borgarin, Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar fara á tvang. Føroya Banki keypir skipini, men sigur, at teir vilja selja tey víðari.
13. novembur 2008: Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood, boðar frá, at seinasti fiskurin verður arbeiddur á Kósini, tí Føroya Banki hevur keypt skipini, sum landa til virkið.
14. novembur 2008: Kósin verður latin aftur. Norðoya Sparikassi setir lás á goymsluhølir á Kósini. – Tað er ofta, at vit ikki skulu til arbeiðis ein dag, men sjálvandi er tað ikki gott, at alt er so óvist, sigur Vónbjørt Gudjónsson, sum arbeiðir á Kósini. – Tað sær ikki gott út, sigur Jóhan Páll Joensen.
21. novembur 2008: – Her var sera ringur stemningur henda dagin. Eingin segði nakað serligt. Fólk ynsktu faktiskt bara hvørjum øðrum »gleðilig jól«, tí tey væntaðu ikki at fara til arbeiðis aftur hesumegin høgtíðina, sigur eitt av starvsfólkunum, Bergur á Kósini. Hann hevur arbeitt her tey seinastu 31 árini.
15. desembur 2008: Navarin og Borgarin verða seldir til Suðuroyar, so ein møgulig loysn, har Kristian Martin Rasmussen, reiðari, skal keypa øll skipini dettur burtur.
16. desembur 2008: Starvsfólkini á Kósini verða uppsøgd. Hergerð Joensen, næstforkvinna í Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag, sigur, at virkið fleiri ferðir er farið fyrr, men altíð hevur reist seg aftur, hóast uppsagnirnar dagin
17. desembur 2008: Kósin fer í gjaldsteðg, eftir at hava ligið still í ein mánað. Men Jóhan Páll Joensen sigur seg framvegis arbeiða við eini loysn.
24. februar 2009: P/F Christian í Grótinum keypir Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar, so skipini eru aftur heimahoyrandi í Klaksvík,
18. mars 2009: Skiftirætturin leingir gjaldsteðgin í tríggjar mánaðir. Jóhan Páll Joensen ásannar, at tað gongur illa at skaffa fígging.
02. juli 2009: Føroya Banki ásannar, at royndirnar at fáa Kósina upp at standa eru miseydnaðar og bankin fer at lýsa virkið til sølu. – Í løtuni verður sølan fyrireikað, men hetta er júst hægsta summartíð, so eg hevði mett, at einaferð eftir summarfrítíðina verður Kósin alment lýst til sølu, sigur Súni Schwartz Jacobsen
04. juli 2009: Fundur er í Klaksvík um Kósina, og borgarstjórin staðfestir, at tað er týdningarmikið, at Kósin letur upp aftur. – Tað er Kósavirkið, sum er lykilin til at venda afturgongdini, sum nú er, til framgongd aftur, sigur Gunnvá við Keldu.
28. septembur 2009: Boðini koma, at Kósin letur upp um tvær til tríggjar vikur. - Vit eru sera spentir, og vit halda, at vit við samarbeiðispartnarum okkara hava fingið eitt sera áhugavert og sterkt toymi at reka Kósina, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, sum saman við millum øðrum Føroyagrunninum hevur keypt Kósina frá Føroya Banka. Greitt er, at partrolarar hjá Tummas Christophersen og Kristiani Martin Rasmussen skulu landa til virkið.
26. oktobur 2009: Eykaaðalfundur er á Kósini, og nýggi stjórin er bjarskygdur. – Alt gongur, sum tað skal, og nú bíða vit eftir, at tey seinastu tingini koma upp á pláss, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK.
20. novembur 2009: – Vit fara í gongd týsdagin og tá fara eini 60 fólk í gongd, sigur Hanus Hansen. Hann leggur afturat, at ætlanin er at fáa meiri virksemi, soleiðis at starvsfólkatalið kann koma upp á umleið 100.
24. novembur 2009: Kósin í Klaksvík tekur ímóti fyrsta fiskinum, og fólk eru farin aftur til arbeiðis eftir umleið eitt ár í dvala.