Meðan heimsbúskapurin rapar, ætlar landsstýrið at taka eina milliard í lán

Meðan altjóða keypsskálar rapa, kreditvirðið hjá heimsins størsta búskapi dalar, og fleiri evropæiskir stórbúskapir eru í svárari kreppu, hevur føroyski innlendismálaráðharrin, sambært honum sjálvum, fingið viðmæli úr landsstýrinum um stóru ætlan sína at fara undir eina almenna tunnilsverkætlan til eina milliard.

Somuleiðis hevur tað eydnast honum at fáa tingfólk at trúgva uppá, at tað fer at bera til at gera ein almennan tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið fyri eina milliard krónur. Tingformaður Sambandsfloksins, Alfred Olsen, hevur verið úti við lesarabrævi við yvirskriftini “Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki”, og Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi hevur somuleiðis ført fram, at nú er aftur ljós í tunnilsmálinum. Tað tykist ikki at vera nakað mark fyri, hvussu ósmæðin man kann vera við at fyrigykla okkara borgarum nakað beint undan einum vali, hóast vit vita frá m.a. landsbankanum, at skal landið taka lán uppá eina milliard kr, kemur hetta óivað at ávirka okkara gjaldføri munandi, og fer hetta ivaleyst eisini at ávirka ratingina hjá Moodys av tí føroyska búskapinum. At siga, at talan er um eitt alment partafelag, ið liggur uttan fyri fíggjarlógina, er somuleiðis eitt dømi um, at man ikki hevur skilt, hvussu samlaði føroyski búskapurin hongur saman. Grundgevingarnar fyri, at Skálafjarðartunnilin kemur at kasta 100 tals mió av sær árliga, og at yvirskotið eftir rentir og avdráttir kann fara til at fíggja aðrar tunlar m.a. ein Sandoyartunnil, er tann reina tokutala, og fyri tað næsta so ganga tað minst 4 ár frá tí, at man byrjar verkætlanina, til tann fyrsti bilurin koyrir ígjøgnum tunnilin, og harvið fyrsta inntøkan rennur í kassan.
Tað er ongin, sum er meiri vónbrotin enn undirritaða, at tað ikki eydnaðist privata felagnum at fáa ein sáttmála í lag, soleiðis at Skálafjarðartunnilin kundi gerast á privatum hondum, har landið ikki tók á seg nakran váða. Manglanda støðutakanin og politiska máttloysi hevur avgjørt havt sína ávirkan á, at privata initiativið fór fyri bakka. Tað er nógv, sum bendir á, at man politiskt lá sjóvarfallið av sær, tí hevði politiska skipanin tikið neyðug stig í 2007, tá ið ætlanirnar á fyrsta sinni stungu seg upp um ein privatan tunnil undir Tangafjørð, so hevði felagið eftir øllum at døma fingið fígging, tí tá var fíggjarmarknaðurin heilt øðrvísi enn í dag. Ì februar 2008 tók onnur samgonga við, sokallaða CHE samgongan, og tá skifti man hest og ynskti , at tunnilin skuldi gerast av tí almenna. À heysti 2008 tók aftur onnur samgonga við, ABC samgongan seinra, og tá fór man aftur til tann privata leistin. Tað einasta, sum hetta hevur ført við sær er, at verkætlanin gjørdist kastibløka í einum politiskum maktspæli.
Tað er nógv, sum bendir á, at fjálturin á fíggjarmarknaðinum hevur verið ein av orsøkunum til, at tað nú tíverri ikki eydnaðist felagnum fyri 1. august 2011 at fáa fígging til hesa týdningarmiklu íløgu fyri Føroyar. Hóast hetta ikki eydnaðist, so liggur nógv fyrireikingararbeiði, nógvar forkanningar, uppskot til sáttmála, váðametingar av tunlinum v.m., sum sjálvsagt kunnu brúkast, tá man endaliga fer undir verkætlanina.
Vágafólk og Norðoyingar syndabukkar
Eitt av fíggjarmodellunum, vit hava frætt um, er at seta í veð Norðoyartunnilin og Vágatunnilin, og at norðoyingar og vágafólk skulu halda áfram at gjalda, tó bert hálvt gjald fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar, eftir at teir eru útgoldnir í ávikavist í 2017 og 2021. Hetta er eitt beinleiðis brot á gjørdar politiskar moralskar avtalur, sum eru gjørdar við hesi øki. Òansæð um man metir, at hesin leisturin er skilagóður ella ikki, so ber tað ikki til at leypa frá gjørdum politiskum avtalum, tí hetta máar burturav politiska trúvirðinum. Tað einasta, hetta viðførir er, at øki verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, og tað tænir ongum endamálið.
Samhaldsfast samferðslukervi
Sambært innlendismálaráðharranum skal alt samferðslukervið verða samhaldsfast, har allir borgarir lyfta í felag. Her skulu vit minnast til, at føroyski skattgjaldarin longu í dag rindar langt yvir 200 mió. kr árliga í vegskatti, skrásetingargjaldi, brennioljuavgjaldi umframt mvg. Av hesum 200 mió verða 45. mió kr. brúktar til nýgerð av vegum og tunlum á fíggjarlógini. Tað má vera eitt mark fyri, hvussu nógv gjøld og skattir vit kunnu blíva við at leggja á okkara borgarar.
Tað er onki, sum eg ynski meira enn at binda Føroyar saman við einum Skálafjarðartunnli, hetta er eitt av mínum hjartamálum, tí hesin tunnil vil hava ómetaliga gagnligar ávirkanir á tað føroyska samfelagið, og tí skal tað vera mín inniliga áheitan á landsstýrismannin í innlendismálum, John Johannesen, um at fáa hetta málið á beint, kalla flokkarnir saman, soleiðis at hendan verkætlanin kemur at liggja í einari tryggari politiskari legu, og har vit seta búskaparligt skynsemi í hásæti.