Meðan grísarnir doyggja og eta hvønn annan í donskum flutningsbilum

Jenis av Rana, Miðfloksins vegna

“ det ved jeg intet om”. - Orðini vóru søgd um føroyskt fiskarí - men kundu hóskandi verið sett sum yvirskrift yvir alla samrøðuna, danski fólkatingsmaðurin hevði við sjónvarpsjournalistin tískvøldið.
Meðan danskir grísar stríðast fyri lívinum, doyggja og eta hvønnannan í donskum flutningsbilum á veg til sláturhús aðrastaðir í Europa, hava Føroyar vitjan úr partlamenti dana. Hesin vitjandi (sb. honum sjálvum einasti humoristiski fundamentalisturin) hevur sum eitt av lívsmálum sínum at nokta óføddum føroyskum børnum mest grundleggjandi demokratiska rættin (sum hann annars sigur seg verja): rættin til lív. Ikki talan um, sb. “demokretinum” Kader - tey skulu sorterast frá eftir sama mynstri, sum gjørt er og verður í móðurlandinum. Vit føringar eru ov góðir av okkum, alt ov mong sleppa at liva, fosturdrápini mugu hækka. Rætturin til lív, (“som er hjerteblod for mig”) er ikki fyri hesi!
Vit mugu bert vóna, at maðurin, gjøgnum upplivingar komandi daganar, ger sær sínar egnu meiningar. Tí hugstoytt er at hoyra so nógvar fordómar, móti einari heilari tjóð, verða borðreiddar av sama persóni í so stuttum práti.
Bestu ráðini til “ vinarliga “ danan munnu verða, at hann finnur sær økir, har tørvurin á hjálpandi hondum er størri enn her hjá okkum. Her virða vit mannalívið, og royna at hjálpa teimum, sum tørva hjálpandi hendur. Í so máta skuldi nokk verið at tikið sær av í Danmark, ikki bert innan djóraheimin, men eisini innan t. d. eldraøkið, viðurskifti innflytara og viðv. harðskap móti homosexuellum - bert fyri at nevna okkurt av tí, donsku fjølmiðlanir borðreiða við dagliga. Fyri ikki at tala um hvat hann kundi fingið burturúr, fór hann út í stóru verøld at finna tey, sum dagliga líða og bøta við lívi sínum, uttan so mikið sum at hava hava hoyrt orðið demokrati nevnt.