Meðan »fullveldisfólk« berjast um stakkalastás

Skræða gribbarnir solidarisku skipan okkara sundur

Hans Jørgensen



Tjóðveldisflokkurin dubbar til harðan bardaga. Nú skal Javnaðarflokkurin hava toyggið, Sosialurin er fyrsta offrið. Nú eru tey kroyst, men møguliga skuldi tað til fyri at vekja tey úr dreyminum, tey krevja, at øll onnur skulu droyma.

Í Sosialinum 19. januar hevur Anita á Fríðriksmørk, løgtingskona, kvassorðaða og eftir mínum tykki lítið konstruktiva grein. Eg ætli mær ikki at viðgera hennara neyðarróp, nú hon sýnist at vera kroyst upp í ein krók politiskt. Rottan ger tað sama, hon loypur á og bítur, tá hon ongan annan útveg finnur.

Eingin uttan Anita á Fríðriksmørk og nakrir aðrir »fulltiknir« tjóðveldismenn kunnu sannførast um, at Tjóðveldisflokkurin og fullveldisætlanin eru burturtagd og forfylgd í Sosialinum. Tvørturímóti halda fleiri, at júst Tjóðveldisflokkurin hevur fingið lutfalsliga alt ov stóra rúmd í fjølmiðlunum ? eisini Sosialinum ? og tað hevur havt við sær, at onnur týðandi samfelagsviðurskifti eru púra tagd burtur. Hetta hevur so aftur havt við sær, at ert tú ikki samdur við fullveldisætlanini hjá samgonguni og Tjóðveldisflokkinum, so ert tú eitt grenj og ókonstruktivur. Thurid Debes Hentze segði einaferð, at tað er sera trupult at vera kritiskur um nakað, sum er positivt betónað. Fullveldisætlanin er positivt betónað, og tí er tað sera trupult at viðgera ta ætlanina við kritiskum eygum. Alt sýnist so sjálvsagt, at setur tú spurningar, so virkar tað negativt. Tað vita oddafólkini í Tjóðveldisflokkinum, og tey gera sær dælt av støðuni. Tey, sum ditta sær at hava eina aðra hugsan, eru negativ, undanstøkkingar, samfelagsfíggindar, ganga ørindi fyri fremmanda makt, sum vil føroyingum ilt (Quislingar) o.s.fr.

Javnaðarflokkurin konstruktivur

Hóast ágangin, og hóast niðurgerðingina, so heldur Javnaðarflokkurin fram at reka ein konstruktivan, frameftir peikandi politikk.

Sjálvstýrilóg

Javnaðarfloksins

Fyri at halda seg til tað, sum flokkurin er mest hartaður fyri av »klóka« taktikkinum hjá oddamonnum Tjóðveldisfloksins, ríkisrættarstøðuna, so hevur eingin annar flokkur so álvarsliga og so grundiga viðgjørt tann spurningin í allari floksskipanini og sent støðu sína út til almenningin. Sjálvstýrilóg Javnaðarfloksins er væl umhugsað og gjøgnumarbeidd og skilagott grundarlag undir nýskapan og øllum framburði, samstundis sum hon gevur komandi ættarliðum fulla heimild og møguleika at virka í ríkinum ella fara úr tí uttan svørðslag, um føroyingar til ta tíð skuldu valt tað.


Fjølmiðlafólk

halda tit ikki, at nú má spurningurin kunna vendast í dagligu viðgerðini? Man ikki vera upp á tíðina at spyrja serstakliga Tjóðveldisflokkin, men sjálvandi hinar við: Hvat er í Sjálvstýrilóg Javnaðarfloksins, sum tit ikki kunnu taka undir við? Gongur hon í móti fólkaræði, frælsi at ráða sær sjálvum sum tjóð? Tekur hon fíggjarliga grundarlagið undan vælferðarsamfelagnum? o.s.fr.

Smáligheit (forfængilighed skrivar Jørgen Frants)

Fíggindin er ikki nakar útlendingur. Fíggindin er smáligheitin í okkum føroyingum, sum ístaðin fyri opið og ærliga at tala okkara egnu sak, velja at stara okkum blind í einum máli, sum í veruleikanum átti at verið ein avgreiðslusak.

Leggið til merkis, at meðan »fullveldisfólk« berjast um stakkalastás, skræða gribbarnir solidarisku skipan okkara sundur.

Eg skal koma aftur til tann vælskipaða og konstruktiva andstøðupolitikkin hjá Javnaðarflokkinum í komandi grein. Eg vóni, at tað fer at eydnast aftur at tosa um politikk á fólksligari og solidariskari grund. Vit hava brúk fyri at byggja hetta land og ikki spilla tíðina til at oyðileggja.