Hvørjar orsøkirnar eru til hesa útseting fæst ikki at vita, men tað kunnu sjálvandi vera orðingar, sum skulu fáast endaliga uppá pláss. Annars kann verkfallið hava havt sína ávirkan, og kríggið í Serbia kann eisini hava verið ein medvirkandi orsøk til, at bretskir ráðharrar ikki hava kunna sett tíð av til undirskriving av eini slíkari avtalu. Hvør orsøkin enn er, so stendur tað nú fæst - sambart úttalilsum hjá løgmanni í útvarpinum - at avtalan um markið verður ikki undirskrivað í hesum mánaðinum. So er spurningurin hvussu langt vit skulu inn í mai fyri at fáa hana undirskrivaða.
GAMALT orðatak sigur, at ?hastverk er lastverk?, og hetta er eisini rætt. Slíkt álvarsmál sum hetta skal ikki skundast ígjøgnum. Tó má sigast, at tá tað er komið so langt sum til eina semju, so má bera til at fáa ein formalitet sum eina undirskriving uppá pláss. Og hóast ein framtíðar oljuútviklingur við Føroyar skal vera uppá okkara egnu premissur, so eru vit eisini noydd til at ásanna, at tað eru oljufeløgini, sum skulu gera íløgurnar, og tí eru vit eisini noydd at taka hædd fyri teirra arbeiði og tilrættalegging. Vit kunnu bert vóna, at tað ikki eru bretar, sum eru orsøkin til hesa seinking men at tað eru samanfallandi umstøður, sum gera tað.
AT tað hevur tikið sína tíð at koma til eina semju um markið kann eingin lasta føroyingum fyri. Tvørturímóti hava okkara samráðingarfólk við stuðuli frá politikarunum hildið fast um, at úrslitið skuldi vera ein ella onnur miðlinjulíknandi loysn. Tað sýnist so at hava eydnast. Vit loyva okkum at gita, at ein avtala kann verða undirskrivað tíðliga í mai mánað, soleiðis at tíðarætlanin fyri útbjóðingina annars kann halda. Av tí at hetta er drigið út eiga vit longu nú at seta allar kreftir inn uppá at fáa gongd á útbjóðingararbeiðið. Tað nýtist ikki at bíða eftir undirskrivingini. Vísið altjóða oljufeløgunum, at vit eru sinnað til at halda ætlaða tíðarkarmin, so hesi ikki verða noydd til at taka seg aftur av føroyska økinum.