McFadden veruligur í Nibe

Eftir at hava spælt sangir hjá sær sjálvum, Westlife og eitt coverlag, setti Brian McFadden punktum fyri einari frálíkari framførslu við sínum kendasta sangi, Real To Me

Planet.fo í Nibe: Tíðindatænastan á Nibe Festivalinum skrivaði um framførsluna hjá Brian McFadden, at tað var størsta avbjóðingin hjá fyrireikarunum higartil, tí Brian McFadden er størsta navnið, sum nakrantíð hevur spælt í Nibe. Tí var nógv gjørt burtur úr fyrireikingunum til framførsluna, sum var klokkan hálvgum sjey hóskvøldið.
Og fyrireikingarnar høvdu eftir øllum at døma gingið væl, tí alt riggaði sum tað skuldi, og áhugin fyri framførsluni var sera stórur.
Framførslan hjá Brian McFadden var fyrstu løtuna merkt av, at ljóðið ikki var í topp, tí eingin verulig ljóðroynd hevði verið frammanundan, men ljóðið gjørdist skjótt betur, og høvuðspersónurin á pallinum var ongantíð nervaður av hesum.
Hann legði harðliga fyri sanginum Irish Son, og teir fyrstu sangirnir vóru lívligir, áðrenn hann nakrar ferðir undir framførsluni setti tempoið eitt sindur niður við teimum friðarligu sangunum hjá sær.

Sang hitt saman við áhoyrarum
Brian McFadden spældi allar sangirnar á sínari fyrstu soloútgávu, og hann hevði eisini onkrar spildurnýggjan sang við sær. Harafturat treiv hann eisini í onkur av teimum gomlu Westlife-hittunum  til dømis Flying Without Wings  og ikki minst tá sungu fólk væl við.
Men teir kendastu sangirnir hjá McFadden fingu eisini áhoyrararnar á flog. Tá ið McFadden spældi balladuna Almost Here, sum er ein duett við unnustu hansara, Deltu Goodrem, læt hann áhoyrararnar syngja partin hjá Deltu, og tað var ein øðrvísi og stuttlig framførsla. Helst hevði tað verið betur at havt songkvinnuna sjálva á palli, men tá ið tað ikki kundi lata seg gera, so var hetta eitt gott trekk av íranum.
Brian McFadden treiv eisini í eitt coverlag, og tað var kendi sangurin Mustang Sally hjá The Commitments, og hendan sangin tulkaði hann yvirraskandi væl. Røddin hjá McFadden er als ikki bara til fittan popp, hon er eisini til rock og ein sang sum Mustang Sally.
Punktum varð sett við sanginum Real To Me, sum helst er størsta hittið hjá honum sum solisti.

McFadden bæð um autograf
Framførslan hjá Brian McFadden var fyrst og fremst merkt av góðum poppsangum, sum riggaðu væl til eina live-framførslu. Harafturat setti írin eisini dám á konsertina við speiskum viðmerkingum, onkrar provokatión og skemti.
Hann var deiliga óhátíðarligur og gjørdi eisini gjøldur burtur úr sær sjálvum.
 Tú mást verða ein tapuligur íri fyri at ganga í einari húgvu í dag, segði hann um seg sjálvan. Øll hini fólkini til konsertina puffaðu í tí heita veðrinum.
Myndirnar, sum eru tiknar til konsertina, vísa, at uppi á hondini hjá McFadden stendur skrivað við stórum stavum »Daniel«. Orsøkin til tað var, at undan konsertini hevði ein ungur drongur biðið um autograf frá McFadden, og tað fekk hann. Men McFadden vildi eisini hava autograf frá dronginum, og so skrivaði hann so frætt sum hann kundi »Daniel« upp á hondina á McFadden.
Hendan søgan sigur eisini eitt sindur um McFadden, tí á pallinum er hann eisini við hvørt ein óskikkiligur smádrongur.