McCarthy tapir fyri fimtu ferð og Kongressin er í kreppu

Tað er eins sjáldsom støðu í amerikonsku Kongressinum, sum ikki hevur verið síðani 1923.

 

Tað gongur milt sagt illa hjá Kevin McCarthy at fáa undirtøku at gerast formaður í Umboðsmannatinginum. - Foto: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix

Umboðsmannatingið hevur aftur í dag stórar trupulleikar við at finna ein nýggjan formann, eftir at tað heilt óvanliga hendi, at tað miseydnaðist í gjár.

Kevin McCarthy hjá Republikanurnum royndi í gjár tríggjar ferðir at vinna avgerandi atkvøðugreiðsluna. Men hóast repubilkanskan meiriluta í Umboðsmannatinginum tryggjaði hann sær ikki tær neyðugu 218 atkvøðurnar.

Orsøkin er innanhýsis stríð í Republikanska flokkinum, og serliga persónar á høgreveinginum eru ímóti McCarthy.

Tað helt fram í dag, tá heldur ikki fjórða royndin eydnaðist. 21 republikanarar atkvøddu ikki upp á hann, sum merkti, at McCarthy bara fekk 201 atkvøðu.

Stutt eftir varð roynt fyri fimtu ferð. Úrslitið var neyvt tað sama: 201 atkvøða til McCarthy.

Tær 201 atkvøður geva ikki vónir um, at Umboðsmannatingið nærkast nýggjum formanni. Tað eru færri atkvøður, enn í gjár, tá hann fekk ávikavist 203, 203 og 202 atkvøður.

Tá McCarthy í gjár tapti fyrstu atkvøðugreiðsluna, var tað fyrstu ferð síðani 1923, at tað ikki eydnaðist at finna ein nýggjan formann í fyrstu royndini.

Umboðsmannatingið, sum er annað kamarið í Kongressini, er harvið í eini kreppu, sum ikki hevur verið at sæð í 100 ár.

Kongressin fór í gjár undir nýggja skeiðið eftir miðvalið í november. Men Umboðsmannatingið kann ikki koma víðari við formalitetunum, fyrr enn nýggjur formaður er funnin.

McCarthy sigur í dag, at hann ikki hevur ætlanir um at gevast við royndunum at gerast formaður.

Tilsamans eru 435 fólk í Umboðsmannatinginum, og magiska talið hjá McCarthy er tí 218. Republikanarar hava 222 sessir, og ein meiriluti til McCarthy átti tí at verið gjørligur.

Tað hevur stóra spjaðing við sær í Republikanska flokkinum.

Formaðurin í Umboðsmannatinginum er tann valdmiklasti í amerikonsku politisku skipanini eftir forsetan og varaforsetan.

Komandi formaðurin skal yvirtaka starvið eftir Nancy Pelos úr Demokratiska flokkinum.

/ritzau/

 

Tað gongur milt sagt illa hjá Kevin McCarthy at fáa undirtøku at gerast formaður í Umboðsmannatinginum. - Foto: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix