Sum væntað legði republikanska forsetavalevnið dent á at lýsa seg sum ein øðrvísi politikara enn George W. Bush, forseta. Teir báðir hava ikki altíð drigið eina línu og sita sambært politiskum eygleiðarum ikki væl um sátt.
-Eg arbeiði ikki fyri ein flokk. Eg arbeiði ikki fyri áhugabólkar. Eg arbeiði ikki fyri meg sjálvan. Eg arbeiði fyri tykkum, segði John McCain á uppstillingarfundinum hjá republikanska flokkinum í St. Paul í Minnesota í nátt.
Eftir at hava takkað flokkinum fyri at hava víst sær tað álit at stilla hann upp sum forsetavalevni, tók McCain tann politiska partin av røðuni, og tað var týðiligt, at við honum sum forseta skal amerikanska samfelagið broytast. Skattur, útbúgving og orkupolitikkur fingu serliga umrøðu.
-Vit fara í hernað ímóti øllum trupulleikunum. Vit skulu framleiða meiri orku heima hjá okkum sjálvum, , segði McCain og vissaði amerikanararnar um, at hann hevur evnini til at leiða teir og landið.
-USA stendur fyri nógvum avbjóðingum, men eg ræðist tær ikki, segði tann 72 ára ganli senatorurin og bleiv dúgliga fagnaður.
Hann segði seg hava stóra virðing fyri mótpartinum Barrack Obama, og at tað, sum bindur teir báðar saman, er sterkari enn tað, sum skilir teir. Hann vísti á, at sum senatorur hevur hann ofta arbeitt saman við demokratunum, og tað ætlar hann sær eisini at gera, verður hann forseti, segði hann.
-Broyting er á veg í Washington, segði McCain.