MC Gudstænasta í Frelsunarherinum

Aftur í ár skipar Cross-Bikers fyri MC-Gudstænastu, sum hesuferð verður hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn leygardagin 10. mai, klokkan 15.

 

Aftur í ár skipar Cross-Bikers fyri MC-Gudstænastu, sum hesuferð verður hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn  leygardagin 10. mai, klokkan 15.

 

– Skráin fyri gudstænastuna er fjølbroytt, við luttøku av t.d. Una Debess, sum fer at framføra tveir sangir. Blus-tónleikur hoyrir til og hóskar sera væl til MC-umhvørvið, so tí vóna vit, at hetta verður til gleði fyri mong, sum koma at vitja.

 

– Vit hava regluliga haft útlendska vitjan til okkara MC-gudstænasstur, og í ár verður tað so danin Joannes Ørsøe, ið er limur í danska kristiliga MC-klubbinum Exodus. Johannes arbeiðir dagliga sum fangvørður í Vestre fængsel í Keypmannahavn. Hann brennur fyri MC-umhvørvinum og eigur í dag tvær motorsúkklur, eina japanska og eina HD-súkklu.

 

– Umframt hetta koma lokalar kreftir úr Frelsunarherinum at luttaka, t.d. bæði eitt manskór og ein kvinnubólkur. Offurgávan hesuferð fer eisini óskorin til útgávur av Biker-Bíblium, har tørvurin er størstur.

 

– Eftir gudstænastuna verður bjóðað til kaffihugna uppi á, har snotiligt vælegnað høli er til slíkt virksemi. Øll eru vælkomin, sigur Victor Carlsen frá Cross-Bikers.