Í vikuni hevur MBM verið við á Landsmejeriudstillingen 2003 í Herning.
Henda framsýning verður hildin hvørt ár, og luttaka har meiaríir og ostaframleiðarar úr øllum norðurlondum og aðrastaðni við.
Hesaferð var tað Joakim prinsur sum setti framsýningina.
Ein partur av framsýningini er, at framleiðarar koma við sínum vørum fyri at fáa hesar dømdar av serútbúnum fólki, og verða síðani heiðursmerki givin til tær bestu vørurnar.
Vanligt er at umleið 30% av inn sendu framleiðslunum fáa eitthvørt heiðursmerki, so sum gull, silvur og bronsu.
Av teimum 29 vørunum sum MBM framleiðir vóru 17 ymiskar við á framsýningini og fingu 8 av hesum heiðursmerki. Hetta eru 47 %, og halda vit tað verða sera gott, tá hugsað verður um, hvussu langt vøran skal ferðast uttan skipaða køling.
Av hesum 8 heiðursmerkjunum vóru 5 silvur og 3 bronsa.
Tey 5 silvurheiðursmerkini vóru givin fyri:
Lættimjólk
Skúmað mjólk
Lættijogurt Jørðber/Rabarba
Súrróma 36 %
Hvíta
Tey 3 bronsu heiðursmerkini vóru givin fyri:
Vanliga mjólk
Jogurt Peach Melba
Jogurt Appilsin










