MBF ráðstevna í Norðurlandahúsinum

Nú ætlanin er at seta ST- sáttmálan fyri brekað í gildi í Føroyum, skipar MBF fyri ráðstevnu um týdningin sáttmálin kann fáa fyri manna- og javnrættindini hjá fólki, ið bera brek og um atkomu. Ráðstevnan er almenn, og vendir sær serliga til lands- og kommunalpolitikarar, fakfólk og umsitingar, ið varða av økinum. Ráðstevnan, sum er ókeypis, verður í Norðurlandahúsinum 3. desember 2008 kl. 9.30 – 15.00. Skráin sæst á www.mbf.fo. Boða frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 27. november á tlf. 317373 ella teldupost: mbf@mbf.fo.