MBF fegnast: Fleiri møguleikar fyri bústøðum

Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum hevur í nógv ár arbeitt fyri at betra um bústaðarmøguleikarnar til fólk, ið hava skerdan førleika. Nú sær út til at gongd er komin á hetta málið.

Tað kom fram á aðalfundinum í MBF, sum varð hildin í farnu viku. Her vóru fleiri álvarsmál hjá teimum brekaðu tikin fram – millum annað møguleikin at seta føtur undir egið borð.

Her kom fram, at bústaðarmøguleikarnir hava higartil langt frá verið nøktandi, bæði tá talan er um útboðið av bústøðum, men eisini tá talan um møguleikarnar fyri serligari fígging.

- Nú kunnu vit ístaðin fegnast um, at lógin um Húsalánsgrunnin varð broytt í heyst, so at Grunnurin nú kann veita lán til luta- og leiguíbúðir, varð víst á.

Víst varð á, at longu nú sær út til, at gongd er við at koma á bygging av luta- og leiguíbúðum kring landið, og gevur hettar nýggjar møguleikar hjá fólki við serligum tørvi at fáa til vega ein hóskandi bústað.

Eitt annað mál í hesum sambandi er, at einki lógargrundarlag hevur verið fyri, hvussu byggjast skal. Tí hevur MBF í nógv ár arbeitt fyri at fáa eina byggilóggávu, ið kann tryggja atkomu í breiðastu merking.

MBF fegnast tí stórliga, nú nýggj byggilóggáva varð samtykt á tingi.

- Hetta inniber, at tað nú verður ein almenn uppgáva at hava eftirlit við, at ásetingar um atkomu verða fylgdar. Við nýggju lógini verður eisini møguleiki at kæra avgerðir viðvíkjandi atkomu, verður sagt.

- Í starvsnevndini sita nú: Jensa Heinesen fyri Medisinska bólkin, Yvonna Hjaltalin fyri Samskiftisbólkin, Ruth Thomsen fyri Rørslubólkin og Sigrun Wardum fyri Sálarliga/ neurologiska bólkin.

Formaður er Carita Bjørklund, ið hevur tikið við eftir Leilu Solmunde, sum andaðist herfyri.