Magnus Gunnarsson
Mazda2 er ein heilt nýggjur bilur, sum verður gjørdur í Valencia í Spania. Bilurin verður gjørdur á somu verksmiðju sum Ford Fiesta, Fusion og Ka. Mazda2 er gjørdur í sama stýli sum Mazda6, viðvíkjandi designi og innrætting við t.d. alulook innan.
Talan er um ein 5 persónabil við 330 litra viðførisrúmi. Lessihæddin aftan er lág, so lætt er at leggja størri lutir inn í bilin. Um baksetrini og høgra forsetur verða løgd fram, er pláss fyri tveimum súkklum í bilinum. Innan er eisini gott pláss, og bilurin er góður at koma inn í. Nakkapúturnar aftan kunnu koyrast heilt niður, so tær ikki taka útsýnið, tá tær ikki eru í brúk.
Bilurin fæst við 1,2 litur, 1,4 litur og 1,6 litur bensinmotorum og 1,4 litur common-rail dieselmotori. Trygdin er eins og í størri bilum við t. d. ABS bremsuskipan og DSC (Dynamic Stability Control), airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Mazda2 verður einans gjørdur sum hatchback við 5 hurðum. Mazda koma at gera nógv við at marknaðarføra Mazda2.










