Tí vit skulu og kunnu fáa nógv meira burturúr hvørjum grammi av fiski, vit draga upp av grunnunum ella úr ringunum á firðunum.
*Vit mugu tryggja nógv tættari samstarv ímillum vinnuna og almennu granskingarstovnarnar, so granskingin í størri mun kann stimbra undir vørumenning og harvið búskaparvøkstur.
*Vinnan skal eggjast til at gera størri íløgur í miðvísa gransking, og tí eigur almennur stuðul til vinnurættaða gransking at vera latin eftir einum krónu-fyri-krónu-prinsippi.
*Alt tilfeingið skal lóggevast til lands, so stimbrast kann undir vinnur, ið framleiða burturúr livur, rogn og fiskaslógvi.
*Bachelorútbúgving í matvøurvísindi skal setast á stovn, í samstarvi við útbúgvingarstovnar aðrastaðni, og ikki minst mugu vit útbyggja útbúgvingar innan sølu og markaðarføring.
*Hægri útbúgving innan aling og alitøkni skulu skipast, sum eisini kunnu eggja útlendskum lesandi henda vegin.
Heimamarknaðurin er eitt grundarlag undir fjøltáttaðari menning av hágóðsku matvørum. Tí mugu vit eisini stimbra teirri matstovuvinnuni, sum leggur seg eftir at nýta føroyskar rávørur.
Norðurlendski køkurin er komin í hásæti á altjóða matstovupallum. Og í honum eiga vit fleiri góðar bitar. Teir skulu kræsnir gómar kring allan heim, sleppa at smakka!
Komandi fýra árini skulu vit hava ferð á føroyska matframleiðslu!