Í kvøld klokkan 19.30 fer danski presturin, Lisbeth Holm Filtenborg, at hava fyrilestur í Hoyvíkar kirkju um mat og kærleika í Bíbliuni.
Íblástur til fyrilesturin hevur hon fingið frá persónum í bókmentunum hjá danska rithøvundinum, Anne Marie Løn, og har er samband við nógv, sum stendur í halgubók, har matur er evni í fleiri líknilsum og frásagnum.
Lisbeth Holm Filtenborg sigur, at stórar avgerðir ofta hava tilknýti til mat, eins og matur eisini hevur nógv at siga fyri sambandið millum menniskju.
Eftir fyrilesturin, sum Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Hoyvíkar kirkja í felag hava fingið í lag, verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Lisbeth Holm Filtenborg.