Tað er Stella Zachariassen, sum leggur sendingina tilrættis, og Óli G. Samuelsen er vertur.
Allar sendingarnar verða tiknar upp í Heimablídni hjá Onnu og Óla á Velbastað, og eru tað tey bæði, sum virka máltíðina til.
Ætlanin við sendingini er at gera døgurðar burtur úr so bíligum rávørðum, sum gjørligt og verður roynt at vísa á, hvussu vælsmakkandi og ymiskan tú kanst gera døgurðan.
Anna og Óli Rubeksen hava Heimablídni á Velbastað og eru von at gera mat, tó í øðrum klassa enn hetta, so hjá teimum er tað eisini ein avbjóðing at finna máltíðina burtur úr tilfarinum, tey fáa.
Í fyrstu sending fingu tey fisk at gera og spennandi er at finna útav, hvat tey gjørdu burturúr tí.
Myndir verða lagdar út á heimasíðuna www.midlar.fo og eisini á facebook aftaná sendingina.
Eisini leggja vit uppskriftina út seinni.
Matur fyri Pætur verður hvønn fríggjadag kl. 17.15 og endursend sunnudagar kl. 13.00.











