Matur er politikkur

Vit innflyta størsta partin av matvørunum, hóast vit kundu framleitt nógv meira lokalt. Í verandi løtu vantar politiskur áhugi at stuðla og stimbra burðadyggari, lokalari matframleiðslu. Alivinnan og fiskivinnan fyllir alt og restin av matvinnunum verða sleptar upp á fjall. Føroyski landbúnaðurin kann mennast á nógvum økjum og eg vóni, at politiski hugburðurin fer at broytast, sigur fólkalívsfrøðingurin, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen

– Matur er politikkur, so eg ímyndi mær, at vit øll hava eina politiska meining um mat. Altjóða og í Føroyum er nógv at bøta um á matpolitiska økinum, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, fólkalívsfrøðingur og umboð Slow Food Føroyar.

 Hon greiðir frá, at altjóða matskipanin er sera dysfunktionel: Stórar mongdir av mati verða framleiddar, men ein triðingur av hesum mati verður tveittur burtur, hóast fleiri milliónir av fólki líða hungursneyð. Ov nógv eitur verður nýtt í landbúnaðinum – hetta førir til fólkasjúkur, skordjóradeyða og aðrar vanlukkur. Búskaparlig nýkolonialisma ger eisini, at afrikanski ella latínamerikanski framleiðarin fær lítla og onga løn fyri sítt kakao, sum verður nýtt til gourmetsjokulátur, ið verða seldar til okursprísir í Norðurlondum. 

– Um hugt verður eftir Føroyum, so eru eisini trupulleikar á matpolitiska økinum: Vit innflyta størsta partin av matvørunum, hóast vit kundu framleitt nógv meira lokalt. Í verandi løtu vantar politiskur áhugi at stuðla og stimbra burðadyggari, lokalari matframleiðslu. Alivinnan og fiskivinnan fyllir alt, og restin av matvinnunum verða sleptar upp á fjall. Føroyski landbúnaðurin kann mennast á nógvum økjum, og eg vóni, at politiski hugburðurin fer at broytast, staðfestir Sunniva G. Mortensen. 

Les alla samrøðuna við Sunnivu og meir um evnið Føroyski Smakkurin á Temasíðunum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring landið og talgildur her