Matur er 10 prosent dýrari

Alheims matprísirnir hækkaðu 10 prosent í juli, og skyldaðist hetta fyrst og fremst ógvusliga turkin í USA og vánaliga skurðin í Eystur-Europa.

Tískil sita milliónir av fátækum menniskjum kring heimin nú uttan mat í munnin, og serliga álvarslig er støðan í londum, sum ikki klára seg uttan innfluttan mat, sigur Heimsbankin.

Í juni og juli hækkaði prísurin á majs og hveiti 25 prosent, og soja-bønir blivu 17 prosent dýrari, og nú eru prísirnir á bæði majs og soja hægri enn undir matvørukreppuni í 2008, meðan rís framvegis ikki er dýrkað stórvegis.