Matur, dansur og festivaltónar

Jóansøkufestivalurin fer av bakkastokki leygardagin og alt tykist ganga væl við fyrireikingunum til fyrsta jóansøkufestivalin, ið hevur góðan tónleik, góðan mat og góðan dans aftaná festivalin at bjóða

Jónsøkufestivalurin fer nú inn í fyrireikingarvikuna av álvara og festivaldagurin nærkast. Men alt gongur væl við fyrireikingunum til festivalin, sum verður í skúlagarðinum á Tvøroyri, sum verður skrýddur og gjørdur nýtiligur til endamálið.
                      Umframt góðan tónleik frá AS Sweet, Nylon, Makrel, Deja Vu, The Dreams, Paradox, Guðrun og eini rúgvu av øðrum føroyskum tónleikarum, verður góður matur og drekka at fáa á festivaløkinum, siga fyrireikararnir.
                      Festivalurin verður skipaður við tveimum pallum, einum stórum og einum minni palli. Eftir stóra festivaltiltakið, verður dansur í høllini í Trongisvági, at tiltikni bólkurin Revival fer á pallin, og teir borga fyri lívligum dansi. Bussar koyra eftir festivalin til dansin.                      Forsølan av atgongumerkjum er byrjað og fáast tey á kunningarstovunum í Suðuroynni, í Tangabúðini, á Flogvøllinum, á Fjørðukrønni í Vestmanna og á Statoilstøðunum í Klaksvík, Saltangará, í Gundadali, á Tvøroyri og í Vági. Heimasíðan hjá Jóansøkufestivalinum er  nú virkin og eitur hon www.joansokufestivalurin.com