Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia spældu tíðliga seinnapartin heimadyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini móti Vendsyssel FF.
Væl gekk. Tí Fredericia vann dystin 4-2. Hetta er annar dystur á rað Fredericia vinnur, og teir eru næstfremst í deildini við seks stigum. Tað eru bert OB, ið er frammanfyri við betri málmuni, og Fredericia sum hava fult stigatal í deildini.
Sambært Fredericia Dagblad skoraði Fredericia fýra vøkur mál í dystinum. Fredericia Dagblad skrivar eisini, at Mattias var prísgivin og hevði ongan møguleika at bjarga í støðunum, tá Vendsyssel javnaði til 1-1 og til 2-2. Mattias hevði tó onkrar bjargingar í dystinum.
FC Fredericia-Vendsyssel FF 4-2 (2-1)
1-0 Oscar Buch (33.),
1-1 Lasse Steffensen (43.),
2-1 Oscar Buch (45.),
2-2 Oskar Öhlenschlager (49.),
3-2 Asbjørn Bøndergaard (70.),
4-2 Eskild Dall (84.).
Komandi fríggjakvøld spælir Fredericia prestisjutunga grannauppgerð á útivølli móti Kolding.











