Stóra mat og skeinkiteltið á Summar Festivalinum fór fyri løtu síðan í eini harðari hvirlu. Hóast fólk var í teltinum og á økinum framman fyri tað, kom eingin veruliga til skaða. Ein kameramaður hjá Sjónvarpinum lá undir og breyt eitt rivjabein, men annars sluppu fólk við skelkinum.
Vágsbøur sær øgiligur út, við restum av teltinum og nógvum øðrum óruddi.
Fyrireikararnir siga, at hvirlan, ið tók teltið, kom heilt óvart á teir.
- Vit hava havt samband við veðurmenn allan dag og hava fingið at vita, at vit kundu rokna við upp til 18 metur um sekundi, og tað átti teltið at hildið til. Men handan hvirlan var munandi harðari enn tað, sigur Steintór Rasmussen.
Steintór vísir á, at FLAGS-teltið er fest heilt øðrvísið enn mat- og skeinkiteltið, tí ber til at halda fram við broyttari skrá í KÍ-høllini og FLAGS-teltinum, men fyrireikarin sigur, at um tað gerst vandamikið at ferðast í býnum, so verður festivalurin steðgaður.