Meg minnist mátt- og mótloysi eg mangan sat við, tá eg fyri nøkrum árum síðan arbeiddi á einum av seingjardeildunum á Psykiatriska deplinum og enn einaferð stóð við ungari gentu, sum ikki visti sær betri ráð til tess at handfara truplar kenslur, enn at skera seg... Ferð eftir ferð... Og eg hevði ikki nøktandi amboð, til tess at hjálpa gentuni víðari til aðrar og meira gagnligar strategiir...
Eg sat ikki einsamøll við hesum kenslum av mátt- og mótloysi...Tað vóru vit so nógv sum gjørdu, bæði fakfólk, sjúklingar og avvarðandi... Ofta vóru innleggingarnar langar og, sæð í bakspeglið, ikki altíð líka gagnligar...
Tað var netupp hetta ráðaloysið sum førdi til, at leiðandi yvirlæknin og leiðandi sálarfrøðingurin á Psykiatriska deplinum kunnaðu seg um aðrar og meira hóskandi viðgerðarhættir til júst henda sjúklingabólk.
Úrslitið var, at eg sjálv og nøkur onnur starvsfólk fingu høvi at dugna okkum innan metoduna kallað “Dialektisk Atferðar Terapi” (stytt DAT, ella DBT á enskum), sum snøgt sagt hevur verið ein sólskinssøga fyri nógvar av teim sjúklingum, vit fyrr stóðu rættiliga hjálparleys yvirfyri at hjálpa. DAT er ein ambulant viðgerð og hevur frá vit byrjaðu í 2008, til í dag, virkað sum eitt ambulant viðgerðartilboð á Psykiatriska deplinum. Tað er trupult at máta upp á fyribyrgjan, men eg eri onga løtu í iva um, at bæði gongdin hjá teimum sjúklingum sum eru komnir fyri seg, hevur verið skjótari og betri, og at talið er hægri, enn tað annars vildi verið, hildu vit fram við innleggingartilboðnum sum vit høvdu frammanundan.
Tað er ein fantastisk ferð aftur til eitt lív sum er vert at liva, sum vit í DAT toyminum mangan hava verið á saman við sjúklingum okkara... Og tað er ikki trupult at kveikja vón, tá vit sjálvi hava erfarið ferð eftir ferð, at tað BER til at koma seg, hóast lívið ALS onga meining gevur í løtuni og deyðin og sjálvsoyðilegging tykist verða einasti linni í ómetaligu sváru líðingini. Vit hava sum fakfólk fylgt við á ferðini, og oftast hava vit veitt nógvan stuðul at byrja við, til flogið hjá sjúklingunum eftirhondini gerst so sterkt, at vit kunnu sleppa og síggja vakra flogið av tí (ofta) unga menniskjanum, sum einaferð ikki helt seg hava virðið at liva, men sum nú møtir verðini í tryggari vissu um, at lívið er myndað av gleði og sorg, vón og vónloysi, upp- og niðurtúrum, og at tað í øllum førum er vert at liva.
Í hesum døgum kenni eg aftur mátt- og mótloysi! Hesaferð kemst tað tó ikki av mínum ráðaloysi í mun til, hvussu eg kann hjálpa ungum menniskjum við ovurstórari sálarligari líðing. Tí tað kann eg oftast! Um also politiska skipanin loyvir tí... Og við sparitiltøkunum sum liggja í kortunum fyri Psykiatriska depilin í komandi fíggjarlóg, loyvi eg mær stórliga at ivast í, um rúm er fyri ambulantum tilboðum sum DAT, sum annars bara er eitt av mongum tilboðum, sum eru í umbúna, men sum vit enn ikki hava sett í verk, tí peningurin ikki er tøkur.
Vit høvdu tó væntað, at tann peningur sum liggur bundin í tí uppgávu, vit í fleiri ár hava røkt fyri almannaverki, og sum tey nú so spakuliga eru við at yvirtaka, nú loksins kundi brúkast til at økja um ambulanta virksemi, soleiðis at vit kundu viðgera fleiri, meira málrættað, og uttan at grípa óneyðuga stórt inn í dagliga lívið hjá tí, sum tørvar hjálp og avvarandi hansara.
Soleiðis sum fíggjarliga støðan er fráboðað at verða , verður ikki rúm fyri øðrum tilboðum á Psykiatriska deplinum enn ein viðgerðareind, har fólk kunnu verða innløgd! Og tað er sanniliga neyðugt at hava eina slíka viðgerðareind, tí í summum førum er tað at verða innlagdur hitt besta tilboðið! Men tað er stórt spell og eitt veldugt afturstig fyri føroyska psykiatri, verður tað hitt einasta tilboðið.... Og eg ivist ongantíð í, at ein av mongum avleiðingum verður størri sálarlig líðing fyri fleiri av landsins borgarum.
Góðu tit í politisku skipanini! Svíkið ikki borgarar okkara, sum líða av sálarsjúku! Í staðin fyri at niðurlaga, latum okkum so heldur uppraðfesta, til gagns fyri samfelagið alt... Bæði av økonomiskum OG humanum ávum!
Jana Mortensen, Sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum |