Matsmiðjan í Hósvík nýggj fyritøka

- Mær dámar ógvuliga væl at arbeiða við føroyskum rávørum, sigur Ruben Busk, kokkur.

Ruben Busk er dani og útbúgvin kokkur. Hann er giftur Jónhild, sum er úr Havn, og hjún og børn búgva í Hósvík. Í hálvt sætta ár var Ruben høvuðskokkur á Hotel Hafnia, har hann gavst umleið hálvan mai í ár.

 

Eftir starvstíðina á Hotel Hafnia hevur Ruben Busk nú stovnað sína egnu fyritøku í Hósvík við navninum Matsmiðjan. Hann hevur samstarv við bygdahúsið í Hósvík, har nútímans og góðkendur køkur er, og her ger hann matin, sum viðskiftafólk bíleggja.

 

- Mær dámar ógvuliga væl at arbeiða við føroyskum rávørum, bæði fiski og skeljadjórum, men eisini við føroyskum lambskjøti. Annars kann eg veita viðskiftafólk alt tað, tey ynskja sær

 

Hann sigur, at tænastan fevnir um alt frá heitum og fínum døgurðum - gjarna við fleiri rættum - til eitt gott kalt borð.

 

- Eg kann siga tað soleiðis, at tey røttu fólkini fáa tann rætta døgurðan og matin, og tað er bara ein spurningur um, hvat høvi er, og hvat fólk vilja hava.

 

Ruben Busk vísir á, at nú hann hevur avtalu við tey, sum standa aftanfyri bygdahúsið í Hósvík, er eisini møguligt hjá fólki at leiga seg inn í húsið til føðingardagar, konfirmatiónir, brúdleyp, fundarvirksemi og veitslur av ymiskum slag.

 

- Arbeiðspláss kunnu eisini leiga seg inn her til ymisk tiltøk, og tá kokkurin er í húsinum, er sjálvandi nærliggjandi, at matur gerst ein partur av konseptinum, sigur kokkurin, Ruben Busk í Hósvík.