Matprísir falla nógv

Um tað kemur hendavegin, kunnu vit bara vóna, men í Danmark falla prísirnir á matvørum rættiliga nógv í løtuni Altjóða fíggjarkreppan hevur eisini eina jaliga síðu. Olju- og bensinprísirnir eru falnir, og nú fellur eisini prísurin á matvørum. Í øllum førum í Danmark. Hetta vísir eitt yvirlit, sum ?Fødevareøkonomisk Instritut? hevur gjørt fyri danska blaðið B.T.

Henning Otte Hansen, sum hevur staðið á odda fyri kanningini, staðfestir, at prísurin á dagligum vørum er fallin 8-10 prosent, og at hetta svarar til einar 5.000 krónur fyri eina familju við tveimum børnum.

- Matvørukreppan er næstan burtur, og hækkandi prísirnir á korni, sum komu í fjør, eru á veg niðureftir aftur, sigur Henning Otte Hansen við BT.

Júst kornprísirnir hava stóra ávirkan á útsøluprísin, tí korn verður nógv nýtt í framleiðslu av húsdjóraføði og til mjøl og breyð. Tí vilja kornprísirnir ávirka prísirnar á mjólk, flogfenaði og eggum.

Leiðslan í Coop Danmark, sum eigur handilsketurnar Kvickly, Brugsen, Fakta og Irma, væntar eisini lægri prísir.

- Vit fara at krevja lægri innkeypsprísir frá teimum framleiðarum, sum selja okkum vørur, sigur kunningarstjórin í Coop, Jens Juul Nielsen við B.T.