Matiné í Havnar Kirkju leygardagin

TÓNLEIKUR

Leygardagin 16. februar kl. 11.30 verður matiné í Havnar Kirkju við floytur við fylgispæli framføra sonatir fyri floytu av Händel, Telemann, Fesch og Blavet. Teir trýggir fyrstu er allir úr Tysklandi, Blavet er franskmaður. Teir livdu og virkaðu allir sum tónleikaskøld í tíðini um 1700. Henda tíðin verður í tónleikasøguni rópt baroktíðin og vanligt var at nýta ljóførini cembalo og gambu til fylgispæl tá ið floytur, violin ella annað spældu teirra sonatur.

Leygardagin spælir Gudmund Mortensen á cembalo, sum Musikkskúlin eigur, og næmingar spæla saman við honum á cello. Hettar ger, at floyturnar fáa best møguligt fylgispæl til teirra lætta og ljósa klang, soleiðis at innihaldið í tónleikinum kemur klárt og týðuliga fram.

Tónleikur, sum ljóðar frískliga ljóst, við skjótum rørslum og vøkrum løgum. Tónleikur, sum hóskar væl til dámin av komandi ljósari tíðum við vári og fuglsangi. Sum eisini var vanligt fyrr í tíðuni verður urgan í Havnar Kirkju nýtt til fylgispæl í tveimum av sonatunum.

Floytuspælarar henda dagin eru Mia Káradóttir, Kamilla Ravnsfjall, Marta T. Johannesen, Elsa Maria Dam, Durita Jóansdóttir og Valborg Joensen.

Cellospælarar eru Kristina á Váli, Anna Smith, Kjartan Jespersen og Rúni Bláfoss.