Eitt av forvitnisligu og kunnandi tiltøkunum á Eplafestivalinum í Trøðum leygardagin verður ein framløga hjá Elisabeth Skarðhamar Olsen. Hon rópar framløguna “Matpolitiskt rák og tað grøna matskiftið”.
- Nógvar eru visjónirnar og meiningarnar í samband við grøna matskiftið. Vit skulu eta minni kjøt og samstundis eta stuttflutt og verða meira matsjálvbjargin.
Øll skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsugóðan og burðardyggan mat, og okkara matframleiðarar skulu eisini hava eina trygga og rímiliga inntøku - uttan at skula slíta seg sundur.
- Matframleiðslan skal helst vera so umhvørvisvinarlig – og kanska vistfrøðilig - sum gjørligt, djóravælferðin skal vera í hásæti, og okkara siðbundni matarvur skal varðveitast og mennast.
Um fleiri av hesum viðurskiftum fer Elisabeth Skarðhamar Olsen at geva teimum, sum koma til tiltakið á Eplafestivalinum, eitt greinandi innlit í nøkur matpolitisk rák sum eru.
Hon fer eisini at lýsa tvístøður og tað, hon rópar synergi’ir millum ymiskar visjónir, sum eru kring grøna matskiftið.
- Øll eru vælkomin til tiltakið, sum verður á fjósloftinum í Miðstovuni leygardagin klokkan 14.
##med2##












