Matador við landsins ogn

Tað má kennast sárt hjá eigarunum av Vinnuni og Christiani ì Grótinum, at teirra lívsverk og lívsgrundarlag upp á kvamsvís verður lutað burtur til norsk og íslendsk áhugamál.

At so sama kvota harafturat verður lutað burtur til skip, ìð als ikki eru í flotanum, og skip, sum als ikki hava rætt til nevndu kvotu, tað er so langt úti, at ein ikki skuldi trú, at Føroyar vóru eitt rættarsamfelag, men eitt land, har tiltikna junglulógin ráddi. Og tað er júst henda lóg, ið hevur verið galdandi undir skiftandi landstýrismonnum Fólkafloksins.

Tí hvar í framkomna heiminum hevði ein limur av parlamentinum fingið eitt kvotuloyvi, ið einans kostaði viðkomandi eitt frímerki - kanska ikki eitt fimm oyra, um hann sjálvur bar umsóknina út í landsstyrið – og nøkur ár seinri kunna selt sama kvotuloyvi fyri eina tveysifraða milliónaupphædd uttan avleiðingar?

Eitt annað dømi er beint undan einum løgtingsvali í hálvfemsunum, har eitt kvotuloyvi verður lutað út, og sum tøkk fer kvotueigarin nakað aftaná úr sínum táverandi flokki og í Fólkaflokkin.

Sama kann sigast um politiskan kleyvarskap, tá fiskimálaráðharri Fólkaflokksins lutaði burtur kvotur til tvey ótíðarhóskandi skip uttan at tryggja sær, at eigararnir skuldu nýta tær til nýtt skip, við tí úrsliti, at eigararnir aftaná seldu kvoturnar, helst fyri tveysifraða milliónaupphædd.

Øll kenna vit til tað nógv umrødda Jógvan S-málið. Tað var so snildisliga gjørt eitt vikuskifti beint uppundir páskir, at fiskiloyvið varð útskrivað. Orsøkin til, at viðkomandi fekk nevnda fiskiloyvi, segðist vera, at hann afturfyri skuldi verða valevni Fólkafloksins nakrar dagar aftaná til Løgtingsvalið.

Flest øll kenna vit søguna um trolaran Trónd í Gøtu, íð var eínasta svartkjaftaskip, sum hóraði undan kreppuni í hálvfemsunum. Takkað veri manningini og eigarunum, sum, fyri at bjarga skipinum, gjørdu avtalu við Fiskimannafelagið um, at manningarparturin skuldi lækkast.

Hendingin var ein av teimun fáu sólskinssøgunum. Fram til dagin í dag so hevur reíðaríið Vinnan ikki bara verið við til at fáa Føroyum søgulig rættindi, men spurningurin er, hvar svartkjaftavinnan hevði verið í dag, um manningin og eigarnir av Tróndi í Gøtu íkki tóku eina so djarva og søguliga avgerð, ið hevur verið ikki bara teimun og Gøtu bygd, men øllum tí føroyska samfelagnum at gagni.

Tvey av okkara reíðaríum við teimun mest framskygdu og virkisfýsnu monnum hava ognað sær nyggj skip, sum í framtíðarhøpi kunna gagnnýta alla veiðuna. Samstundis velur okkara fiskimálaráðharri at taka støðu útfrá heilt øðrum fyritreytun, ið hava við sær, at hesi stásiligu skip kanska um stutta tíð koma at sigla undir norskun ella íslendskun flaggi. Hesum vil eg sum limur í Javnaðarflokkinum harðliga mótmæla.

Havi valt Javnaðarflokkin, síðani eg var fyrstu ferð á vali, eins og eg havi verið valevni fleiri ferðir.

Hinvegin skal eg gera púra greitt, at um Javnaðarflokkurin ikki tekur stig til, at svartkjaftabýtið og býtislykilin verða broytt til fyrimuns fyri tey skip og manningar tess, ið hava skapt okkum tey rættindi, vit hava í dag, so er mín tíð í Javnaðarflokkinum komin at enda.