Mata á veg til Chelsea

Spanska dagblaðið, Marca, skrivar, at Valencia hevur góðtikið eitt boð upp á kantspælaran, Juan Mata. Tó eru bløð ikki heilt á einum máli um, hvussu stórt boðið er. Onkur sigur 25 milliónir pund, onnur 23,5 milliónir.

 

Tað stutta av tí langa er kortini, at Juan Mata skal verða Chelsea leikari.

 

Hann kom til Valencia í 2007 frá B-liðnum hjá Real Madrid, og hevur í 129 dystum skotið 33 mál og lagt upp til 40.

 

23 ára gamli Mata var við í hópinum hjá Spania í fjør, sum vann HM, og var eisini liðskipari á tí U-21 landsliðnum, sum vann EM í Danmark í ár.

 

Hann debuteraði á A-landsliðnum í 2009.

 

Samstundis veit Sky Sports at siga, at Lassana Diarra er á veg frá Real Madrid til Tottenham fyri 90 milliónir krónur. Hann hevur áður spælt í Chelsea, Arsenal og Portsmouth.

 

Júst hetta skifti oysir bensin á bálið í framhaldssøguni um eitt skifti hjá Luka Modric frá Tottenham til Chelsea. Fleiri meta, at Harry Redknapp hevur slept vónini at halda fast um Modric og hevur keypt Diarra sum avloysara fyri kroatan.